Talan er um ein vinnubygning í tveimum hæddum, sum stendur í miðbýnum í Klaksvík.
Ognin hevur verið nýtt sum skrivstova seinastu árini, men kann brúkast til bæði bústað og vinnulig endamál. 
 
Til ber at byggja eina hædd upp á bygningin afturat, um tørvur er á tí, og tekningar frá Henning Larsen arkitektum fylgja við. Í niðaru hæddini eru ljós og hugnalig hølir við útsýni yvir spírandi miðbýin og friðsæla maritima økið.
 
Niðara hæddin er eisini útgjørd við skrivstovuhølum, TE-køki, wc og einum rúmi til oljufýring og goymslurúm.
 
Í ovaru hæddini eru trý skrivstovuhølir, eitt kopirúm, gongd og trappuatgongd millum hæddirnar.
 
Ognin liggur sera gott fyri í Klaksvík, har útsýnið er beint yvir á nýggja hotellið, samstundis sum møguleiki er fyri at byggja afturat ognini, so enn meiri fast burtur úr veri tað seg til bústað ella vinnuligt endamál.