Fastur
prísur

Lutaíbúð, Dalabú 32, Tórshavn

Talan er um stóra og spennandi verkætlan við 44 lutaíbúðum, ið eru bygdar á matr.nr. 804a Tórshavn - Dalabú 1-44, 100 Tórshavn.

Íbúðirnar eru ymiskar í stødd og innrætting, og er ávikavist talan um íbúðir á eitt stað millum 74 og 123 fermetrar í bruttostødd.

Íbúðirnar eru upphitaðar við grønari orku(hitapumpu), hava ventilatión, gólvhita, og ávikavist 1, 2 ella 3 kømur, og harumframt hoyrir altan ella terassa til nærum allar íbúðirnar, og somuleiðis ein goymsluklivi. Parkeringsbásar eru til íbúðirnar, og somuleiðis eru felagsøki og annað, ið øll kunnu brúka í felag.

Í hesari íbúðini er í niðaru hæddini gongd / durur, 2 kømur, baðirúm, stova og køkur í einum við atgongd út á terassu. Í ovaru hæddini er trappugongd, kamar og hems.

Umframt kostnaðin fyri lutin, kemur eitt fast mánaðarligt gjald til lutaíbúðarfelagið, og fæst nærri kunning hesum viðvíkjandi við at trýsta á ”umbið sølutilfar.

Meiri kunning um tilfar fært tú við at umbiðja tilfar á heimasíðuni undir ognini ”Tilfar til verkætlanina í Dalabú”.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus Herdalur Skrásettur ognarmeklari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini. +298 23 44 07 magnus@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.