Talan er um eini nýgjørd sethús í tveimum hæddum við góðari staðseting í Trongisvági. Húsini eru bygt við dygdartilfari og eru upphitaði við jarðhita. Runt um húsini er tún og terrassa stoypt. Tvær altanur eru á ovaru hæddini og er útsýnið sera gott frá ognini.
Í veghædd er ognin innrættað við duri/gongd, baðirúmi, tveimum kømrum og einum køk-alrúmi við trappugongd og útgongd til terrassu. Í veghædd er eisini teknikrúm.
Ovara hæddin er innrættað við loftstovu, kamari, baðirúm, hjúnarkamar og brúgv ið førir út á eysturvendan svala.
Stutt er frá húsunum til handils og inn til Trongisvág, har ml.a ítróttarøkið, stovnar og skúli er.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
 
  	Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.