 
      Talan er um eini sethús í tveimum hæddum við egnari innkoyring og innbygdari garasju. Á suðursíðuni er altan og vestanfyri húsini er terrassa við hitapotti.
Ovara hæddin er innrætta við duri, gongd, køk, stovu v/útgongd á altan, trý kømur, baðirúm, hjúnarrúm v/ vesi og eitt vaskirúm/goymslurúm. Í ovaru hæddini er eisini hjallur.
Niðara hæddin er innrættað við fýrrúmi, garasju og tveimum ó-innrættaðum kjallararúmum.
Útsýni er gott og er staðsetingin barnavinarlig og friðarlig.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
 
  	Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.