Talan er um eini sethús í tveimum hæddum, ið hava frálíkt útsýni og hugnaligan hava. Húsini eru undir umvæling, og tískil er talan um eitt sokallað ”handverkaratilboð”, ið loyvir einum møguligum keypara at seta egnan dám á ognina.
Kjallarin bleiv stoyptur í 2023, og klárt er at innrætta íbúðir. Í niðaru hæddini eru dragihurðar, so latast kann upp til garðin og bergtakandi útsýninum yvir Skálafjørðin.
Sethúsini, ið standa á einum grundøki á heili 3.035 fermetrum við trimum ástandandi skúrum, hava framúr staðseting í eini náttúruperlu beint við fríøkið við Prestá, har tað er hugnaligt umhvørvi við hyli, smáttu og gøtu fram við ánni oman til sjóvarmálan.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
 
  	Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.