Nýtt
boð

Sethús, Sjógøta 266, Tvøroyri

Talan er um eini hugnalig sethús í tveimum hæddum, ið hava tilhoyrandi bilhús/úthús. Frá ognini er sera stutt til eitt nú matvøruhandil, til bryggjuna og fjørðuna. Omanfyri húsini er grasfløta við góðum sólargangi og eru fleiri almenn parkeringspláss nærindis. Húsini eru upprunaliga bygd í Funkis sniði.

Ovara hæddin er innrættað við duri, gongd/trappugongd, kamari, baðirúmi, køki og stovu.

Í niðaru hæddini er durur, trý kømur, fýrrúm og bryggers

Bilhúsið/úthúsið hevur 4 rúm, og er í veghædd innrættað við bilhúsið í sunnara enda, og arbeiðsrúmið í norðara enda. Goymsla er á loftinum. Streymur og vatn er ført inn í bilhúsið.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus Herdalur Skrásettur ognarmeklari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini. +298 23 44 07 magnus@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.