Talan er um eitt grundøki, ið er 250 fermetrar til víddar. Grundøkið liggur væl fyri og stutt er at leggja leiðin oman í miðbýin, har alskyns hentleikar eru. Eisini er gott busssamband.
Á ognini standa eini sethús, ið hava verið fyri stórum eldsbruna, og skulu tey beinast burtur. Keypari skal sostatt vænta, at einki av tilfarinum kann endurnýtast.
Orsakað av vánaliga standinum á ognini, er prísuppskotið kr. 1.300.000,00, og er sostatt tikið hædd fyri, at keypari m.a. skal burturbeina tilfar og annað av ognini.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.