Nýggj og snøgg innilokað raðhús í tveimum hæddum. Ognin verður seld, ið hon stendur í dag.
Nakað av arbeiði er gjørt innan, og kann ein sjálvur seta sín egna dám á liðugtgerð av húsinum, hetta tó við atliti til verandi byggiloyvi, og mugu broytingar og rættingar avtalast við kommununa.
Norðskála liggur væl fyri mitt í Føroyum og er í Sunda kommunu, sum kann nøkta alskyns tørvir, ið barnafamiljur, ung og gomul hava. Harímillum kann nevnast tríggir dagstovnar, nýggjur skúli, ítróttarhøll, fótbóltsvøllur og ellisheim, umframt ókeypis bussleið til borgarar í kommununi, ið koyrir millum bygdirnar í tíðarskeiðinum millum kl. 16 og 22 gerandisdagar.
Eisini eru tveir stórir matvøruhandlar í økinum.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.