Talan er um eini hugnalig tvíhús í trimum hæddum, ið eru staðsett í friðarligum og náttúruvøkrum umhvørvi. Runt húsini er tún og terrassa, og hjallurin og grasfløtan hinumegna vegin hoyra eisini upp í ognina.
Á miðhæddini eru húsini innrættað við duri/trappugongd, baðirúmi og køk-alrúmi.
Lofthæddin er innrættað við trappugongd og tveimum kømrum.
Kjallarahæddin er innrættað við duri, fýrrúmi og kjallararúmi.
Upprunaligu húsini eru frá umleið ár 1600, og vórðu tey síðani hækkaði og bygd um til tvíhús einaferð í 1800-talinum. Tað mesta av húsinum, ið vit siggja í dag, er frá síðst í 60’unum og fram ímóti 80’unum. Núverandi eigarar hava síðani snøggað um ognina enn eina ferð og valt at halda fast í navninum ‘hjá Lillego’. Eldri ættarlið róptu húsini fyri ‘KristinhúsVestur’.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.