Talan er um eina ljósa og snøgga íbúð, ið er staðsett í livandi og væl umtókta umhvørvinum á Karlamagnusarbreyt. Íbúðin er á næstovastu hædd í íbúðarbygningi, ið hevur bæði trappugongd og lyftu, sum ger tað sera brúkaravinarligt bæði hjá eldri og yngri.
Íbúðin er innrættað við duri, gongd, køki og stovu í einum, baðirúmi og tveimum kømrum. Atgongd er út á tvær altanir frá køki / stovu. Eisini hoyrir eitt goymslurúm til íbúðina.
Stutt er alskyns hentleikar í nærumhvørvinum, so sum skúla, barnagarð, vøggustovu, til handils, ítrottarhøll, fótbóltsvøll og fríøki. Eisini er busssambandið í økinum gott.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.