Talan er um eitt byggiklárt grundøki í nýggu útstykkingini á Oyrarbakka, við góðari staðseting í hugnaligum, barnavinarligum og náttúruvøkrum umhvørvi og við góðum útsýni. Stutt er til dagstovn og skúla.
Allar vanligar leiðingar eru lagdar til stykkið.
Oyrarbakki liggur væl fyri miðskeiðis í Føroyum og er partur av Sunda kommunu, sum er ein vælvirkandi kommuna, ið kann nøkta alskyns tørvir, ið barnafamiljur, ung og gomul hava. Harímillum kann nevnast tríggir dagstovnar, nýggjur skúli, ítróttarhøll, fótbóltsvøllur og ellisheim, umframt ókeypis bussleið til borgarar í kommununi, ið koyrir millum bygdirnar í tíðarskeiðinum millum kl. 16 og 22 gerandisdagar. Eisini eru tveir stórir matvøruhandlar í økinum.
Sølan er treytað av, at keypari gongur undir, og góðtekur møguligar treytir og byrðar í endaligum skeyti frá Sunda kommunu.