Talan er um eini eldri sethús í trimum hæddum, ið standa niðarlaga í bygdini. Ognin hevur gott útsýni út yvir fjørðin og Kalsoynna. Runt húsini er tún, grasfløta, egið parkeringspláss, og eisini hoyrir hjallur til ognina.
Á miðhæddini er ognin innrættað við duri/trappugongd, køk/spísistovu, stovu, baðirúmi og trappuniðurgongd/goymslurúmi.
Lofthæddin er innrættað við loftsgongd, tveimum smáum kømurum og einum hjúnarkamari.
Niðasta hæddin er innrættað við fýrrúmi, trimum kjallararúmum og einum verkstaðsrúmi.
Frá ognini er stutt niðan á spæliplássið, oman í fjøruna og heim ímóti havnalagnum.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.