Nýggj
ogn

Neyst, matr.nr. 601c Froðba - Tvøroyri

Talan er um eitt neyst við tilhoyrandi báti, Drangur TG 374, ið hevur fiskiloyvi í bólki 5B. Ognin stendur á egnum matrikli, men ongin skilaveggur er ímillum til grannan eystanfyri.

Neystið er væl útgjørt við eitt nú vatni, el, spæli og drátti. Eitt innskotið timburdekk er undir loftinum, ið eisini kann nýtast til goymslu.

Ognin er staðsett skamt vestanfyri matvøruhandilin Esla, og tað ber til at seta bilin frá sær uppi á vegnum.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus Herdalur Skrásettur ognarmeklari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini. +298 23 44 07 magnus@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.