Boðgeving

Stóra avgerðin er tikin. Tit hava áhuga í einari ogn og eru til reiðar at bjóða. 

Fyri at alt skal fara skynsamt fram, er týdningarmikið, at tit seta tykkum væl inn í, hvussu boðgeving fer fram. Niðanfyri er kunning og treytir. 

Góða eydnu!

Mannagongd og treytir fyri boðgeving:

  1. Útfyltur boðseðil skal latast Skyn á skyn@skyn.fo ella inni í skrivstovuni, sum síðani kunnar seljaran um boðið. Eisini verður, undir nærri ásettum treytum, góðtikið, at bjóðað verður umvegis teldupost. 
  2. Boðgevi kann ikki bjóða við tí treyt, at seljari skal svara innan minni enn 48 gerandistímar.
  3. Seljari kann til eina og hvørja tíð velja at taka av einum boði, og er ikki bundin at bíða, til freistin er farin.
  4. Viðmælt verður, at boðgevi, ella onkur umboðandi boðgeva, hevur sæð ognina. Um boðgevi, ella onkur umboðandi boðgeva, ikki hevur sæð ognina, áðrenn bjóðað verður, kann boðgevi ikki gera galdandi møguligar manglar og brek, ið hesin hevði varnast við einari vanligari framvísing av ognini.
  5. Um seljari ikki hevur tikið av einum boði, kann keypari taka aftur sítt boð við at geva seljara fráboðan um hetta. 
  6. Seljari kann frítt velja og vraka ímillum øll innkomin boð. Seljari hevur soleiðis ikki skyldu at taka við hægsta boði.
  7. Tá ið eitt boð er sent Skyn, og seljari hevur góðtikið boðið, er keypsavtala gjørd. 
  8. Keypari kann undir ávísum treytum iðra keypsavtaluna sambært reglunum í kapitul 2 ella 3 í løgtingslóg nr. 137 frá 6. oktober 2011 um brúkaravernd í sambandi við at keypa og selja fastogn o.a.
  9. Býður seljari boðgeva ognina fyri aðra upphædd enn hana, sum boðin er, verður hetta roknað sum, at seljari ikki tekur av upprunaliga boðnum. Samstundis er hetta at rokna sum nýtt bindandi tilboð frá seljara.
  10. Um boðgevi ynskir at geva hægri boð, má boðið vera minst kr. 25.000,- hægri enn seinasta boð. Tó kr. 10.000 fyri ognir við prísuppskoti ella boð lægri enn kr. 300.000,00.
  11. Skyn kunnar aðrar boðgevarar um verandi boð upp á ognina og um møgulig fyrivarni.   
  12. Boðið skal innihalda matrikulnummar og adressu hjá ognini, boðupphædd, umframt navn, bústað, teldupostadressu og telefonnummar hjá boðgevanum.
  13. Skal eitt boð verða góðtikið, skal Skyn hava fíggjarváttan frá peningastovni fyri, at fígging er tøk.

GG. Tað er altíð møguligt at bjóða upp á eina ogn. Boð verða tó ikki viðgjørd, fyrr enn fyrsta framvísing er byrjað, ella opið hús er liðugt, og verður hægsta boð galdandi, og eftir avtalu við seljara lagt út á heimasíðuna.