Nýtt
boð

Sethús, Heiðavegur 91, Saltangará

Talan er um eini hugnalig sethús í tveimum hæddum, ið hava góða staðseting miðskeiðis í býnum og hava gott útsýni yvir fjørðin og landslagið.

Í ovaru hæddini er inngongd, gongd, køkur, stova, kamar, vesi og trappa niður. Í niðaru hæddini er gongd / vaskirúm, trý kømur, baðirúm og kjallari.

Rundan húsini er hugnaligur havi, við tveimum terrassum, grasvølli og hjalli. Eisini er pláss fyri fleiri bilum í túninum.

Stutt er til alskyns hentleikar í býnum, so sum handlar, venjingarmiðstøð, skúla og barnaansing.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jákup Alfredsson Olsen
Jákup Alfredsson Olsen Ognarseljari
234 404 jakup@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.