Seld

Tvíhús, Baraldsgøta 14, Tórshavn

Talan er um eini sera snøgg tvíhús, ið eru í trimum hæddum, hava jarðhita og standa væl fyri við blindan veg í barnavinarligum umhvørvi. Frá ognini er sera gott útsýni yvir Nóloyarfjørð, og skjótt er til alskyns hentleikar í býnum. Eisini er gott busssamband.

Parkeringspláss er til ognina og økið aftanfyri húsið er tøkt hjá komandi eigara, at seta sín egna dám á.

Húsini eru innrættaði í niðastu hæddini við duri/trappugongd, trimum kømrum, baðirúmi og vaski-/teknikrúmi. Í miðhæddini er køk-alrúm v/útgongd á svala, hjúnarkamar við baðirúmi en-suite.

Lofthæddin er ikki innrættað, men tilfar kann fylgja við til at innrætta í ávísan mun – somuleiðis kunnu tekningar fylgja við til kvist og bilhús*
 

*Byggiloyvi er váttað, men má keypari søkja bæði tvey av nýggjum, um hesin ynskir at gagnnýta verandi tekningar.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus Herdalur Skrásettur ognarmeklari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini. +298 23 44 07 magnus@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.