Sethús, Ovarivegur 36, Sumba

Talan er um eini sera gomul sethús, sum skulu heildarumvælast – ognin hevur streym og vatn ført inn, men er ongin sentralhitaskipan. Omanfyri húsini er eitt lítið seyðahús, og eitt úthús við goymslurúmi og hjalli omaná. Grundøkið er 1.637 fermetrar til víddar og hoyrir ein uttangarðslutur við – talan er um 1 gyllin í Víkarhaga, Miðjan. Frá húsunum er sera gott útsýni suðureftir út á Sumbiarhólm og opið hav.

 

Fyrsti maður sum er navngivin har er Samuel Jacobsen, úr Jóanstovu í Hørg. Hann er føddur uml. 1691 og verður nevndur í tingbókini fyri 1733 sum ‘Samuel Jacobsen under Hamre’, tá býr hann í húsunum í Geilini. Hann er giftur í 1711 og fær fyrsta barnið í 1712 – so tað er væl hugsandi at hann hevur bygt í Geilini longu tá hann er giftur uml. 1711 – tað er eisini hugsandi, at hann hevur bygt á gamlar grundir.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus Herdalur Skrásettur ognarmeklari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini. +298 23 44 07 magnus@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.