Talan er um eina íbúð á 1. hædd, og slepst til íbúðina uttan at brúka trappur. Íbúðin er staðsett í væl dámda býlinginum í Blómubrekku.
Í íbúðini eru durur, bryggers, køkur og stova í einum við atgongd út á altan, tvey kømur og baðirúm.
Íbúðin liggur í friðarligum og barnavinarligum grannalagi, í einum hugnaligum umhvørvi tætt við bakarí, venjingarmiðstøð, barnagarð, skúla, handil o.a.
Felagsøki og parkeringsøki hoyra til býlingin. Eisini er gott busssamband.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.