Talan er um eina snøgga og væl innrættaða íbúð, ið er í ovaru hædd, hevur útsýni og er staðsett í lívliga og vælumtókta býlinginum í Maritugøtu.
Í íbúðini er durur, baðirúm, tvey kømur og køkur og stova í einum við atgongd út á altan.
Eisini hoyrir eitt goymslurúm, ovasta loft og eitt parkeringspláss til íbúðina.
Umhvørvið er sera barnavinarligt og lívligt, og í nærumhvørvinum eru millum annað skúli, ansingarstovnur, handil, sparkivøllur, ítróttarhøll og fríøki. Harumframt er eisini gott busssamband.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.