Nýggj
ogn

Bygningur og grundøki, Argjavegur 22, Argir

Talan er um tvær spennandi ognir á Argjum - ávikavist matr.nr. 99a og 99b Kirkjubøur - Argir.

Talan er um A1 – øki, ið er lagt til lága sethúsabygging.

Ognirnar verða í útgangsstøði seldar í einum.

Á matr.nr. 99a stendur í dag eitt samkomuhús / kirkja, men fyriliggur loyvi at brúka bygningin til onnur endamál, og somuleiðis at taka bygningin niður.

Matr.nr. 99b er eitt óbygt grundøki.

Ognin hevur eina góða staðseting á Argjum, og er stutt til allar hugsandi hentleikar, og somuleiðis er busssambandið gott.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. Drangastein Ognarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina. +298 23 44 05 jobin@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.