Talan er um eini hús í tveimum hæddum við serstakliga vakrari staðseting inni í Trongisvági. Ognin liggur við blindan veg, bert eitt hanagleiv frá bæði Rangá og viðarlundini. Runt húsini eru fleiri terrassur og sólkrókar, og økið er sera hugnaligt og fjálgt.
Í ovaru hæddini eru húsini innrættaði við havastovu, stórum duri, gongd / trappugongd, kamari, vesi, stovu við brenniovni, køki / spísistovu, spískamari, rúmi og goymslurúmi.
Í niðaru hæddini er innrættað við duri, millumgongd / rúmi, tveimum kømurum, gongd / trappugongd, baðirúmi, fýrrúmi, kjallararúmi og einum arbeiðsrúmi / kjallararúmi, ið hevur egna inngongd.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.