Nýggj
ogn

Sethús, Uppsalagøta 2, Klaksvík

Talan er um eini hugnalig sethús í trimum hæddum, ið standa sera væl fyri mitt í býnum í Klaksvík og hava íbúð í niðastu hæddini.

 

Í miðhæddini er durur / trappugongd, køkur og tvær stovur. Í ovaru hæddini er trappugongd / gongd, fýra kømur, vesi og brúsurúm. Í niðastu hæddini er sjálvstøðug íbuð við egnari inngond, sum er innrættað við duri, baðirúmi, køki og kamari. Harumframt er felags vaskirúm / fýrrúm í niðastu hæddini.

 

Runt ognina er betonggarður, tún og havi.

 

Húsini hava sera góða staðseting mitt í býnum, har stutt er til alskyns hentleikar m.a. handil, skúla, dagstovn, ítrottarøki og mangt annað.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jákup Alfredsson Olsen
Jákup Alfredsson Olsen Ognarseljari
234 404 jakup@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.