Talan er um eina sermerkta ogn, ið liggur sera væl fyri í hugnaligum og náttúruvøkrum umhvørvi í Vestmanna. Sera gott útsýni er yvir bygdina og vágna.
Talan er um 2 matrikkul - tað sum húsið stendur á og grundøkið við síðuna av, har havin er - sum verða seld saman.
Húsini eru innrættaði soleiðis: Í miðhæddini eru durur / trappugongd, gongd, vesi, køkur, spísistova, stova, gongd, baðirúm og trý kømur. Í niðaru hæddini eru inngongd / trappugongd, trý kømur, baðirúm, spælistova, kjallararúm / fýrrúm og hjallur.
Rundan um og við síðuna av húsinum er stórur hugnaligur garður / havi. Á stykkinum er eisini ein havaskúrur og bilhús.
Vegatgongd er til húsini bæði frá Guðrunartúni og frá Rógvuvegi.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.