Talan er um eini hugnalig sethús í tveimum hæddum við sera góðum útsýni yvirum land og út á Vágsfjørð. Húsini standa eitt hanagleiv frá skúlanum og somuleiðis er stutt til handils. Góð suðurvend altan er til ognina, og er bæði ventilatiónsskipan og nýggj
luft / vatn hitapumpa.
Í ovaru hæddini er ognin innrættað við duri, gongd, køk-spísistovu, stovu við atgongd út á altan, tvey kømur, baðirúm, goymslurúm og trappuniðurgongd.
Í niðaru hæddini er trappugongd / goymslurúm, kamar og eitt kjallara- / teknikrúm við úthurð. Møguleiki er at innrætta kjallaran øðrvisi og m.a. er avløb klárt, um ein ynskir at gera eitt baðirúm.
Frammanfyri húsini eru tvey parkeringspláss, og eisini ber til at parkera á almennum parkeringsplássum stutt frá húsunum.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.