Talan er um eini rúmlig og hugnalig sethús í tveimum hæddum, ið hava íbúð í parti av niðaru hæddini. Húsini standa sera væl fyri í býnum, har stutt er til alskyns hentleikar, og gott útsýni er yvir vágna og havnarøkið.
Í ovaru hæddini er gongd / durur, køkur, stova, baðirúm, hjúnakamar, matkovi og trappugongd.
Í niðaru hæddini eru trý kømur, teknik- / vaskirúm, bilhús, tvey kjallararúm og íbúð við egnari inngongd, sum er innrættað við duri, køki og stovu í einum, gongd, baðirúmi, kamari og goymslu / vaskirúmi.
Harafturat er stór terrassa við hjalli og goymslurúmi, og rundan um húsini er grasvøllur og tún við plássi fyri fleiri bilum.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.