Talan er um eini hugnalig eldri sethús í tveimum hæddum við íbúð í niðaru hæddini (opið ímillum). Húsini hava framúr staðseting í veðurgóða Gundadali. Húsini hava m.a. tún, grasfløtu, altan og parkeringspláss – fleiri almenn p-pláss eru eisini nærindis.
Í ovaru hæddini er innrættað við duri, gongd, køk-spísistovu, stovu v/útgongd á altan, hjúnarkamar, kamar, baðirúm og trappugongd.
Í niðaru hæddini er innrættað við duri, gongd, stovu, køksrúm/vaskirúm, tvey kømur, fýrrúm/kjallari og hjallur.
Stutt er til ítróttaøkið, frítíðarskúla, skúla, barnagarð, viðarlundina og er busssambandið gott í økinum.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.