Nýggj
ogn

Sethús, Sjúkrahúsbrekkan 32, Tvøroyri

Talan er um eini sera hugnalig sethús í tveimum hæddum – ognin stendur høgt í lendinum og hevur avbera vakurt útsýnið út á fjørðin. Runt húsini er snøggur urtagarður og rennur ein á framvið matriklinum – terrassa er vestanfyri húsini og til ber at parkera á egnum matrikli.

Í ovaru hæddini eru húsini innrættaði við duri, hjalli, gongd, køk/spísistovu, stovu, tveimum kømrum, hjúnarkamari, baðirúmið og trappugongd.

Niðara hæddin er innrættað við trappugongd, kamar, gongd, stovu, baðirúm, fýrrúm, tveimum kjallararúmum, harav annað hevur útgongd til túnið og urtagarðin.

Stutt er frá húsunum oman til miðbýin, havnarlagið og skúla.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus Herdalur Skrásettur ognarmeklari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini. +298 23 44 07 magnus@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.