Nýggj
ogn

Sethús, Langatrøð 6, Vágur

Talan er um eini stór sethús í trimum hæddum við sera góðum útsýnið. Húsini standa friðarligt fyri við endan av blindum vegi, og er góð suðurvend altan og vesturvend terrassa. Innbygt bilhús er til húsini, og somuleiðis grasfløta, turkistativ og tún.

Húsini eru í niðaru hædd innrættaði við duri/gongd, trimum kømrum, goymslurúmi/kjallararúmi (møguligt at gera til vesi), fýrrúm/vaskirúm, kjallararúm, trappugongd/kjallararúm og eitt kalt/ráligt goymslurúm til spikkaggar o.l.

Í miðhæddini er innrættað við duri, trappugongd, gongd, køk-alrúm v/útgongd á svala, trý kømur, tvey baðirúm og hjalli inn frá húsunum.

Loftshæddin er innrættað við loftstovu, vesi, kamarið, goymslurúmið og ovastaloft/goymsla. 

*Húsini eru nógv umvæld í samband við eldsbruna – sí seljarans upplýsingar


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus Herdalur Skrásettur ognarmeklari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini. +298 23 44 07 magnus@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.