Nýggj
ogn

Sethús, Leitisvegur 50, Miðvágur

Talan er um eini sera hugnalig sethús við góðari staðseting miðskeiðis í bygdini, har tað m.a. er stutt til dagstovn, frítíðarskúla og matvøruhandlar, umframt at skúlabussurin steðgar beint uttanfyri húsini.

Húsini eru upprunaliga frá 1954, men eru høvuðsumvæld frá 2015 fram til nú.

Húsini eru innrættaði soleiðis:

í ovaru hæddini eru trappugongd / køkur og stova í einum og eitt óinnrættað rúm, har ætlanin hevur verið at gera eitt baðirúm, kamar og klædnarúm.

Í niðaru hæddini er durur, trappugongd, gongd, tvey kømur, baðirúm, kamar / arbeiðsrúm og kjallararúm.

Á ognini er eisini hjallur og bilhús, og runt um húsini er hugnaligur havi / garður.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Dánjal J. Magnussen
Dánjal J. Magnussen Ognarseljari
234 400 danjal@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.