Talan er um eina snøgga og væl innrættaða íbúð í niðastu hædd, sum er staðsett í væl umtókta býlinginum í Blómubrekku.
Íbúðin hevur frítt útsýni og er innrættað við duri, gongd, baðirúmi, køki og stovu í einum, ið hevur atgongd út á útigólv, og tveimum kømurum.
Grannalagið er friðarligt og barnavinarligt, og í býlinginum er felagsøki og felags parkeringspláss.
Í nærumhvørvinum eru millum annað bakarí, venjingarmiðstøð og barnagarður, og stutt er annars at leggja leiðina til handils, skúla, ítrottaøki og miðbýin. Eisini er gott busssamband í økinum og almennar el-løðarar til bil.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.