Talan er um eini hugnalig sethús í tveimum hæddum ið standa væl fyri við blindan veg í veðurgóða grannalagnum Undir Varða. Runt húsini er tún, grasfløta og parkeringspláss. Í niðaru hæddini er íbúð.
Í ovaru hæddini er innrættað við duri, gongd, vesi, køki, spísistovu, stovu, tveimum kømurum, hjúnarrúm, brúsurúm og trappuniðurgongd.
Í niðaru hæddini er durur/trappugongd, verkstaðsrúm, fýrrúm/vaskirúm. Íbúð er í niðaru hæddini ið er innrættað við gongd/dur, tveimum kømurum, stovu, køki og baðirúmi.
Skjótt er at spáka oman í viðarlundina ella til ítróttardepilin í Gundadali. Somuleiðis er stutt út til ringvegin og busssamband
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.