Seld

Sethús, Antarvegur 1, Runavík

Talan er um eini rúmlig sethús í trimum hæddum, ið hava íbúð í niðastu hæddini og góða staðseting í býnum.

Í miðhæddini eru durur, hjallur, gongd, køkur, stova, baðirúm, hjúnarkamar og tvey kømur. Í ovastu hæddini eru gongd og tvey kømur. Í niðastu hæddini er kjallari við fleiri rúmum og Íbúð við gongd, tveimum kømrum, baðirúmi, og køki og stovu í einum.

Rundan um húsini er hugnaligur urtagarður og góð parkeringsviðurskifti.

Húsini hava eina frálíka staðseting í Runavík, við blindan veg í einum barnavinarligum og friðarligum grannalagi. Stutt er til alskyns hentleikar, sum býurin hevur at bjóða, so sum Toftavatn, vøllin við Løkin, Bylgjuna, komandi svimihylin, skúla og barnagarð.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jákup Alfredsson Olsen
Jákup Alfredsson Olsen Ognarseljari
234 404 jakup@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.