Nýtt
boð

Sethús, Lágarvegur 32, Strendur

Talan er um eini sethús í trimum hæddum, ið standa væl og frítt fyri í bygdini. 

 
Grundøkið er heili 1.103 fermetrar til víddar, og frá húsunum er gott útsýni út á hav. 
 
Í ovastu hæddini eru trappugongd, baðirúm og fimm kømur. Í miðhæddini er durur / trappugongd, køkur og tvær stovur. Í niðastu hæddini er ein kjallari / vaskirúm / fýrrúm. 
 
Harumframt er eitt úthús / hjallur. Rundan um húsini er garður, bøur og tún við plássi fyri tveimum bilum. 

Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. Drangastein Ognarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina. +298 23 44 05 jobin@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.