Talan er um eina náttúruperlu, har tað umframt at vera avbera náttúruvakurt, eisini er friðsælt og barnavinarligt umhvørvi.
Stutt er at spáka oman til sjóvarmálan, strondina, sparkivøll og í hagan.
Serstaka grundøkið, matr.nr. 57b í Árnafirði, er heili 1.152 fermetrar til víddar og er staðsett í øki við byggisamtykt, ið er løgd til blandað íbúðar- og vinnuendamál. Hetta gevur einum møguligum keypara høvi at nýta grundøkið til alskyns endamál, bæði til bústaðir og vinnuligt virksemi.
Annars er stutt at leggja leiðina m.a. til Klaksvíkar, har alskyns hentleikar og virksemi eru.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.