Nýggj
ogn

Sethús, Kirkjubrekka 2, Klaksvík

Talan er um eini hugnalig sethús í trimum hæddum, ið hava íbúð í niðastu hæddini og góða staðseting mitt í býnum.

Miðhæddin er innrættað við duri/trappugongd, køki og stovu. Í ovastu hæddini er baðirúm og trý kømur. Í niðastu hæddini er fýrrúm og íbúð, ið er innrættað við duri, køki, stovu, kamari og baðirúmi.

Rundan um húsini er garður, havi, bilhús, hjallur og pláss fyri fleiri bilum í túninum.

Húsini standa væl fyri miðskeiðis í Klaksvík, og tískil er bert eitt hanagleiv til alskyns hentleikar í býnum, so sum ítróttarøki, dagstovnar, skúla og til handils.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jákup Alfredsson Olsen
Jákup Alfredsson Olsen Ognarseljari
234 404 jakup@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.