Talan er um eini hugnalig eldri sethús, ið eru loypandi hildin. Húsini eru í tveimum hæddum og hava gott útsýni omaneftir Sundsvegnum og á Nólsoynna.
Veghæddin er innrættað við duri / trappugongd, stovu í tveimum, køki og baðirúmi. Í ovaru hæddini er innrættað við loftsgongd og trimum kømurum.
Fýrrúm er bygt afturat vestanfyri húsini, sum ein tilbygningur. Runt húsini er tún og grasfløta, og ognin hevur felags innkoyring við grannahúsini.
Stutt er til eitt nú matvøruhandil, dagstovn, venjingarmiðstøð, frílendi og annars alskyns hentleikar í býnum. Eisini er gott busssamband í økinum.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.