Talan er um eini eldri sethús í trimum hæddum, ið standa við blindan veg miðskeiðis í býnum og hava útsýni. Húsini treingja til ábøtur, og tískil er talan um eitt sokallað handverkaratilboð, ið loyvir einum møguligum keypara at seta egnan dám á ognina.
Í miðhæddini eru inngongd, gongd, køkur og tvær stovur. Í ovaru hæddini eru gongd, trý kømur og baðirúm. Í niðastu hæddini er kjallararúm.
Sethúsini standa á einum grundøki á 310 fermetrum, hava hjall og altan, og møguleiki at gera tún framvið húsunum, um møguligur keypari ynskir at gera parkeringspláss á ognini.
Av tí at húsini treingja til ábøtur, verður staðiliga viðmælt áhugaðum keyparum at hava serkønan ráðgeva við, fyri at meta um standin á ognini. Ognin verður keypt, sum hon er sædd og við tí, sum er inni í ognini.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.