Talan er um eina hugnaliga íbúð á ovastu hædd í væl dámda býlinginum í Blómubrekku. Framvið íbúðarbygninginum er snøgt tún og er íbúðin fyri endan av svalagongini. Frá svalanum er útsýni út á Nólsoyarfjørð
Í íbúðini eru durur, bryggers, køkur og stova í einum við atgongd út á altan, tvey kømur og baðirúm. Eisini er eitt ovasta loft.
Íbúðin liggur í friðarligum og barnavinarligum grannalagi, í einum hugnaligum umhvørvi tætt við bakarí, venjingarmiðstøð, barnagarð, skúla, handil o.a.
Felagsøki og parkeringsøki v/el-løðara hoyra til býlingin. Eisini er gott busssamband
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.