Seld

Íbúð, Æðugøta 27, Runavík

Talan er um eina hugnaliga og ljósa íbúð, sum er í ovaru hædd í ovaru bygninginum á Æðugøtu og hevur framúrskarandi útsýni yvir býin og fjørðin.

 

Íbúðin er innrættað við inngongd / gongd, stovu og køki í einum  við atgongd út á altan, baðirúmi og tveimum kømurum. Harafturat hoyrir ein skúrur til íbúðina.

 

Íbúðin er staðsett í væl umtókta býlinginum í Æðugøtu, í barnavinaligum umhvørvi við blindan veg, har tað er felagsøki við spæliplássi og felags parkeringsplássum. Stutt er til alskyns hentleikar í býnum, so sum ítróttarøki, skúla og til handils.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jákup Alfredsson Olsen
Jákup Alfredsson Olsen Ognarseljari
234 404 jakup@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.