Talan er um eina sera snøgga og hugnaliga ogn við útsýni yvir meginpartin av Skálavík og útyvir fjørðin.
Húsini eru stoypt heilt upp og eru innrættaði í tveimum av trimum hæddum. Ovasta hæddin er innrættað við trappugongd og Niðasta hæddin er fýrrúm/vaskirúm.
Stór grasfløta er runt ognina og sólargangurin er sera góður.
Stutt er at spáka sær oman á Café’ina á Mølini ella runt hugnaligu bygdina. Skálavíkar kommuna er í stórari menning, bæði tá tað kemur til frítíðarmøguleikar til íbúgvarnar og eisini arbeiðsmøguleikar. Tey mongu tilboðini, sum Skálavíkar kommuna bjóðar sínum borgarum, kanst tú eisini lesa nærri um á heimasíðuni hjá kommununi, www.skalavik.fo.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.