Talan er um eina snøgga og nýmótans eigaraíbúð, ið er staðsett í barnavinarligum og náttúruvøkrum umhvørvi ovarlaga á Argjum við blindan veg. Íbúðarbygningurin er í tveimum hæddum og fellur væl inn í lendið við sínum forskotnu hæddum – økið rundanum er snøgt og væl frágingið við felags p-básum og við sera hugnaligum flísaløgdum terrassum, har til ber at njóta seinnapartssólina í góðum felagsskapið.
Íbúðin er innrættað við duri/gongd, tveimum kømurum, baðirúmi,og køk-alrúm v/útgongd á svala við hjalli – frá svalanum er gott útsýnið út á fjørðin og yvir býin
Økið er í stórari menning og er stutt til skúla, barnagarð, vøggustovu, busssamband og er handil og spælipláss í grannalagnum.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.