Talan er um eini sethús í tveimum hæddum, ið standa høgt í lendinum.
Runt húsini er grasfløta og er ein terrassa oman fyri húsini.
Frá húsunum er útsýni út á fjørðin og havnarlagið.
Í ovaru hæddini eru húsini innrættað við duri, gongd, køk-alrúmi, tveimum kømrum og baðirúmi. Eitt goymslurúm er oman fyri húsini. Niðara hæddin er í núverandi løtu óinnrættað, men kann brúkast sum vaskirúm/fýrrúm/verkstaður.
Ognin stendur í veðurgóðum grannalagi í Valinum, og er stutt at spáka oman í miðbýin til handils, og til skúlan.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.