Talan er um eini sethús, ið eru staðsett ovast á Villingardalsvegnum í einum friðarligum og náttúruvøkrum umhvørvi við útsýni yvir býin.
Húsini eru í tveimum hæddum og hava góðar møguleikar fyri útleigan við íbúð í niðaru hæddini. Húsini eru væl hildin, og hava í 2023 skift til hitapumpu og hava luftskipan í ovaru hæddini.
Í ovaru hæddini eru durur, millumgongd, gongd, køkur, stova, grovkøkur, baðirúm, vesi og trý kømur. Í niðaru hæddini eru stórur durur, tveir køkar og stova í einum, tvey baðirúm, tvey kømur og fýrrúm.
Rundan um húsini er garður, grasvøllur við runnun, flísalagt tún og bilhús.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.