Talan er um eini sethús í tveimum hæddum, ið eru staðsett á Torvheyggi. Ognin stendur høgt í lendinum, og hetta gevur eitt sera gott útsýni út yvir fjørðin og vestureftir inn ímóti Trongisvági.
Húsini eru heildardagførd í ovaru hæddini, og tey eru innrættað við duri, gongd, køk-alrúmi v/útgongd á svala, tveimum kømrum, hjúnarkamari og baðirúmi.
Niðara hæddin er óinnrættaður kjallari.
Runt húsini er grasfløta, og eisini er eitt parkeringspláss á matriklinum.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.