Talan er um eini snøgg og nýmótans endaraðhús, ið eru staðsett í barnavinarligum grannalagi í vesturbýnum. Ognin er lutur í væl riknum eigarafelagi, og atgongd er til eitt nú felags veitsluhøli, parkeringspláss og spælipláss.
Húsini standa sum endaraðhús væl fyri í økinum, og tey hava sera gott útsýni og sólargang suðureftir. Ognin er væl útgjørd við eitt nú terrassum norðanfyri og sunnanfyri, tilhoyrandi hjalli og einari norðurvendari altan út frá 1. sali.
Á veghædd er innrættað við duri / trappugongd, trimum kømrum, hjúnakamari og baðirúmi.
Ovara hæddin er innrættað við køk-alrúm v/atgongd á svala, skrivstovurúmi, gestavesi og einum bryggers / teknikrúmi.
Stutt er til skúlar, dagstovnar og til handils, og eisini er gott busssamband í økinum.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.