Vinnubygningur, Faktorsvegur 23 og 25, Klaksvík

Talan er um ein stóran vinnubygning, ið er samansettur av tveimum bygningum, er á leigugrund og liggur á matriklunum ávikavist 92 og 163ab Klaksvík.

Bygningurin verður í dag brúktur til framleiðslu, goymslu, kontór og líknandi.

Tann elsti bygningurin, sum stendur á matr. nr. 163ab, er bygdur í 2001, og hann er umleið 720m2 + 100 m2 til støddar. Tekjan á bygninginum er skift í 2017 eftir ein stormskaða. Hesin bygningurin verður nýttur til framleiðslu.

Har er ein millumbygningur til verkstað / goymslu á umleið 130 m2

Á matr.nr. 92 stendur bygningurin frá 2011 (reyði bygningurin), og hann er 1.200 m2 + 100 m2.

Bygningarnir hava eina góða staðseting niðri á havnalagnum, og er nakað av plássi kring bygningarnar.

GG. serligar boðstreytir eru galdandi í sambandi við sølu av hesum vinnubygninginum, og skulu boð verða galdandi í 5 yrkadagar, eins og serligar treytir eru galdandi í sambandi við yvirtøku og møguliga úteigan av ognini. Vinaliga les s. 3 í bústaðarlýsingini ella set teg í samband við Skyn fyri nærri kunning.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Petur Mohr Niclasen
Petur Mohr Niclasen Stjóri
234 402 petur@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.