Talan er um eini hugnalig hús í tveimum hæddum við góðari staðseting í friðarliga og hugnaliga umhvørvinum úti í Gerðinum. Húsini hava sera gott útsýni yvir bygdina og vánna.
Húsini eru innrættað soleiðis: Í ovaru hæddini eru inngongd, baðirúm, køkur, trappuniðurgongd, spísistova, stova, gongd og trý kømur. Í niðaru hæddini er trappuniðurgongd/gongd, baðirúm, hobbyrúm, kamar, vaskirúm, goymslurúm og bilhús. Eisini er hjallur bygdur upp í húsið.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.