Nýggj
ogn

Innilokað raðhús, Lyngvegur 14B, Norðskála

Nýggj og snøgg innilokað raðhús í tveimum hæddum. Ognin verður seld, sum hon stendur í dag. 

 
Nakað av arbeiði er gjørt innan, og kann ein sjálvur seta sín egna dám á liðugtgerð av húsinum, hetta tó við atliti til verandi byggiloyvið, og mugu broytingar og rættingar avtalast við kommununa. 
 
Norðskáli liggur væl fyri mitt í Føroyum og er í Sunda kommunu, sum kann nøkta alskyns tørvir, ið barnafamiljur, ung og tilkomin hava. Harímillum kann nevnast tríggir dagstovnar, nýggjur skúli, ítróttarhøll, fótbóltsvøllur og ellisheim. Eisini er ókeypis bussleið til borgarar í kommununi, ið koyrir millum bygdirnar í tíðarskeiðinum millum kl. 16 og 22 gerandisdagar. 
 
Harumframt eru tveir stórir matvøruhandlar í økinum. 



Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Dánjal J. Magnussen
Dánjal J. Magnussen Ognarseljari
234 400 danjal@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.