Seld

Raðhús, Jákup Nolsøes gøta 36, Tórshavn

Talan er um eini snøgg og hugnalig raðhús í trimum hæddum, ið eru staðsett í barnavinaligum grannalagi við blindan veg í vesturbýnum. Í niðastu hæddini er sjálvstøðug íbúð, og rundan um húsini eru fleiri góðir sólkrókar.

Miðhæddin er innrættað við duri / trappugongd og køk-alrúmi við útgongd á svala. Lofthæddin er innrættað við trappugongd, tveimum kømrum, hjúnakamari og baðirúmi. Í kjallarahæddini er vaski- / fýrrúm við útgongd á terrassu og sjálvstøðug íbúð, ið er innrættað við duri / gongd, kamari, baðirúmi og køk-alrúmi við útgongd á terrassu.

Frammanfyri húsini er flísalagt tún við parkeringsplássi, skúri og blómubeð. Aftanfyri húsini er terrassa og svali.

Stutt er til oman í miðbýin, og handil, skúlar og stovnar eru nærindis. Eisini er busssambandið gott í økinum.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus Herdalur Skrásettur ognarmeklari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini. +298 23 44 07 magnus@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.