Talan er um ein sermerktan og søguligan bygning, ið upprunaliga hevur verið nýttur til pakkhús og fiskahús. Nú er bygningurin innrættaður við tveimum íbúðum, har loyvi fyriliggur til at gera eina íbúð afturat, umframt onnur goymsluhøli og garaga, so inntøkumøguleikarnir eru góðir.
Ognin liggur sera væl fyri í hugnaliga umhvørvinum við marina’ina Úti á Støð í Miðvági. Sera gott útsýni er yvir bygdina og vánna.
Ognin liggur sambært almennu byggisamtyktini fyri Vága Kommunu í øki G (Neyst, báta- og húsvognapláss, “marina” við felagshúsi)
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.